Norðmenn størst lønarhækking

Ein stovnur, sum hevur eftirlit við lønarvøkstrinum í Evropa, sigur í einari nýggjari frágreiðing, at norsku løntakararnir vóru teir, sum høvdu teir størsta reallønarvøksturin í fjør.

Frágreiðingin sigur, at reallønarvøksturin var 4,7 prosent í Noregi í fjør, og tað var nógv meiri enn í eitt nú ES-londunum. Til sammetingar nevnir stovnurin, at reallønarvøksturin í Svøríki var 1,0 prosent í fjør, í Finnlandi var hann 0,3 prosent, og í Danmark var als eingin reallønarvøkstur, stendur í frágreiðingini. Næststørsti vøksturin í Evropa var í Luxenbourg, har hann var 2,2 prosent.

Sambært sáttmálunum fingu norðmenn 5,5 prosent lønarhækking í fjør, meðan meðal lønarhækkingin í Evropa var 3,5 prosent. Ein orsøk til tann lutfalsliga stóra vøksturin í norsku reallønini var, at meirvirðisgjaldið á matvørum lækkaði í Noregi í fjør, samstundis sum prísvøksturin var ógvuliga lítil.