Olja og fiskur
Árni Joensen:
Russar hava boðað frá, at tey bæði skipini, sum eru 100.000 tons stór, fara úr Murmansk í døgunum frá 10. til 13. oktober. Tey bæði skipini fáa oljuna frá smáum tangaskipum, sum flyta hana av oljuleiðini eystan fyri Arkhangelsk.
Norðmenn bera ótta fyri dálkingarvandanum, skuldi eitt óhapp hent, og norski umhvørvismálaráðharrin, Børge Brende, sigur, at tað er umráðandi at seta øll neyðug trygdartiltøk í verk.
Russar royna samstundis at sissa norðmenn. Stjórin í Murmansk Shipping Company sigur, at norðmonnum nýtist ikki at stúra, tí allar trygdarskipanir eru í lagi, og harafturat hevur russiska bjargingartænastan fingið boð um at vera til reiðar.
Men norðmenn kenna seg ikki tryggar, tí tað er greitt, at russiski oljuflutningurin fram við norsku strondini fer at økjast nógv í komandi árum. Russar hava ment oljuvinnuna í útnyrðingspartinum av landinum nógv í seinastuni, og fleiri týðandi oljukeldur eru funnar millum Uralfjøllini og Arkhangelsk. Øll oljan skal ætlandi flytast við tangaskipum úr Murmansk og haðani fram við norsku strondini.
Børge Brende, umhvørvismálaráðharri vísir á, at norðmenn og russar hava ábyrgdina av einum tí besta fiskiøkinum í heiminum, og at tað tí er umráðandi at, at oljuflutningurin er so tryggur sum til ber.
Ráðharrin hevur tí mælt til, at serfrøðingar og politikarar úr báðum londunum seta seg saman at gera eina tilbúgvingarætlan, áðrenn tann russiski oljuflutningurin av álvara fer í gongd.










