Norðmenn stúra fyri flóðaldum

Nógvastaðni í Noregi hvørvur frostið í jørðini, og tað kann fáa sera álvarssamar avleiðingar.

 

 

Ein stótut partur av norska fjallalendinum er fryst alt árið, og frostið ger sítt til at halda lendinum. Men tann veksandi hitin á Jørðini fær nú jarðfrøðingar at ávara um, at hvørvur frostið úr jørðini, kann tað fáa álvarssamar avleiðingar nógvastaðni í Noregi.

 

Lyngen í Troms er eitt av støðunum, sum jarðfrøðingarnir halda eyga við. Lendið har flytir seg tríggjar centimetrar um árið, og eina ferð í framtíðini endar tað við, at fleiri milliónir rúmmetrar av gróti, eyri og mold fara í havið. Nú frostið í jørðini hvørvur, stúra granskararnir fyri, at omanlopið kann koma fyrr, enn teir fyrr hava væntað.

 

-Omanlopið verður tað størsta í søguligari tíð í Norðurnoregi, og flóðaldan verður ovurstór, sigur Lars Harald Blikra, sum er granskari á norska jarðfrøðistovninum, við tíðarritið Apollon.