Ein nýggj meiningakanning í Noregi vísir, at alt fleiri norðmenn eru fyri at fara upp í ES. Kanningin sigur, at 44 prosent av teimum, sum hava tikið støðu til spurningin, høvdu atkvøtt fyri limaskapi, var fólkaatkvøða nú. 37 prosent siga, at tey høvdu atkvøtt ímóti.
Samanborið við eina tilsvarandi kanning, sum varð gjørd í september, er broytingin stór. Tá svaraðu 36 prosent, at tey høvdu atkvøtt fyri ES-limaskapi, meðan 45 prosent søgdu, at tey høvdu atkvøtt nei. Nú er myndin at kalla tann beint øvugta.
Men aðrar kanningar hava seinastu tíðina bent á tað sama borðið. Allar hava víst, at tey, sum eru fyri limaskapi, gerast alt fleiri og fleiri í tali. Tann greiðasti munurin kom fram í einari kanning, sum Aftenposten gjørdi í síðsta mánað. Har svaraðu 58 prosent, at tey vóru fyri limaskapi í ES, meðan 42 prosent søgdu seg vera ímóti.
Norskir politikarar eru sum altíð varnir við at gera viðmerkingar til kanningarnar, men formaðurin í Framburðsflokkinum, Carl I. Hagen, segði í síðstu viku, at spurningurin um ES-limaskap verður ein av høvuðsspurningunum í valstríðnum til næsta stórtingsvalið. Og hetta fer flokkurin at fyrireika seg til nú, segði hann. Veljarakanningar hava leingi víst, at Framburðsflokkurin hevði verið landsins størsti, var val nú.











