Norðmenn settu Serbia upp á pláss

Fyrsti dysturin í miðumfarinum endaði 32-27 til Noreg

Tað var púra óvæntað, tá ið Noreg fyri einum ári síðani fyri fyrstu ferð nakrantíð spældi seg í finaluna í HM í hondbólti, sum tá var i Fraklandi.

Tá endaði tað við silvurkrónum eftir 33-26 tap í finaluni ímóti fronsku vertunum.

 

Í EM bólkaspælinum suðuri í Kroatia tapti Noreg 32-31 ímóti Fraklandi. Trivaligir sigrar ímóti Hvítarusslandi og Eysturríki bóru Noreg í miðumfarið, har fyrsti dysturin var í kvøld. Mótstøðuliðið var Serbia, og norsku favorittarnir vunnu trivaligan 32-27 sigur.

 

Frakland er stórfavorittur at vinna annað plássið í hálvfinaluni úr hesum bólkinum. Avbjóðararnir hjá Noreg og Fraklandi eru Svøríki og Kroatia.

Klokkan 19.30 skulu kroatisku vertirnir spæla ímóti Hvítarusslandi.

Leygardagin vera tveir dystir: Svøríki-Frakland og Kroatia-Noreg.