Fjórðihvør norðmaður hevur stóra virðing fyri umhvørvinum, men tað, sum norðmenn seta hægst, er tó persónliga heilsan, tí hana seta 47 prosent av teimum hægst.
Tað vísir tann nýggjasta av regluligu kanningunum, sum TNS Gallup plagar at gera av, hvat norðmenn halda um hetta og hatta.
Aftan á heilsuna koma evni sum samferðslukervi, innflyting, útbúgving og kriminalitetur. Fleiri á vinstravonginum seta umhvørvið hægst, men á høgravonginum endar umhvørvið á 13. plássi.
Fyri fólk flest er umhvørvið nummar seks í røðini, og helvtin av norðmonnunum halda, at politikararnir gera ov lítið fyri umhvørvið.










