Hetta árið hevur sparihugurin hjá norðmonnum verið øgiligur, og talan er um nýtt met, ið serliga stendst av niðurgoldnari bústaðarskuld.
Tað vísa nýggjar framrokningar fyri annan ársfjórðing í ár, sum felagsskapurin hjá norsku fíggjarvinnuni, Finans Norge, hevur gjørt.
Í fjør spardu norsku húsarhaldini 105 milliardir krónur, sum vóru 18 milliardir meira enn árið fyri, og gongdin higartil í 2013 vísir, at við árslok fara húsarhaldini at hava spart enn meira.
Fyrstu mánaðirnar í ár spardu húsarhaldini í miðal 8,70 krónur av hvørjum 100-krónuseðli í inntøku, samanborið við 8,50 krónur í 2012, og tað er størsta sparing, ið higartil hevur verið at sæð hjá húsarhaldunum í Norra.