Norðmenn nýta ólógligan heilivág í alivinnuni'

Norðmenn nýta ein heilivág móti soppi í rognum og yngli, sum eitur Malakittgrønt.

 

Norðmenn nýta ein heilivág móti soppi í rognum og yngli, sum eitur Malakittgrønt. Hesin heilivágur er bannaður bæði av norskum myndugleikum og av ES kommisiónini. Sambært einum yvirlitið sum Norsk Medisinaldepot hevur gjørt, so nýttu norskir alarar í fjør 27 kilo av malakittgrønt, árið fyri 24 kg, í 1998 23 kilo og mest varð nýtt í 1991, tá vóru nýtt 114 kilo.

Eftirlitið hjá Fiskeridirektoratet hevur ikki staðfest restir av malakittgrønum i alifiski í fjør.