Framleiðarar av stórari norskari sjónvarprøð eru komnir til Føroya at finna støð, har røðin lutvíst skal takast upp. Eisini skulu føroyskir sjónleikarar finnast Í juni byrja upptøkurnar til stóra norska sjónvarpsrøð í Føroyum. Tað er bókin ?Buzz Aldrin - hva ble det av deg i alt myldret?, sum nú skal filmatiserast, og bókin skal gerast til eina sjónvarpsrøð á 4 partar. Framleiðslan kostar 26 milliónir norskar krónur, og tað er ein tann dýrasta sjónvarpsrøðin í Noregi nakrantíð.
Skaldsøgan Buzz Aldrin snýr seg um Mathias, sum er føddur sama dag sum mánalendingin í 1969. Eftir at unnusta hansara rýmir frá honum, fer hann við einum vinmanni til Føroya at verða eina tíð.
Norski rithøvundin Johan Harstad hevur skrivað skaldsøguna, og tað er leikstjórin Geir Henning Hopland, sum stendur fyri filmatiseringini av bókini.
Nú eru leikstjórin og onnur frá framleiðsluliðnum komin til Føroya at finna støðini - sonevnd locations - har upptøkur skulu gerast í summar. Eisini skulu føroyskir sjónleikarar finnast at verða við í røðini.
- Vit skulu millum annað brúka ein 10 ára gamlan føroyskan drong í sjónvarpsrøðini, og vit skulu eisini hava aðrar føroyskar leikarar við, sigur Geir Henning Hopland, leikstjóri, við Rás2.










