Í farnu viku fingu norskir útflytarar 5,71 Nkr/kg fyri frysta sild, sum er 1,30 Nkr. meira enn meðalprísurin higartil í ár. Søluprísurin er nógv hækkaður í heyst, hann liggur nú væl omanfyri prísin, sum var seinasta heyst.
Í farnu viku útfluttu norðmenn 23.340 tons. Í viku 48 í 2007 vórðu útflutt 25.184 tons, men í fjør var prísurin um eina krónu lægri, enn hann er í ár.
Higartil í ár eru seld 438.957 tons av frystari sild. Somu tíð seinasta ár var sølan 343.132 tons.
Tað eru Russland og Nigeria, sum keypa mest sild. Russland hevur keypt 133.490 tons og Nigeria hevur keypt 130.153 tons. Nigeria hevur keypt tað smærru sildina, teir hava goldið 3,54 Nkr. í meðalprís, teir russisku keypararnir vilja hava stóra sild. Teir hava goldið 4,49 Nkr. í meðalprís fyri kilo.
Prísurin á sildafløkum fall frá 9,67 í viku 47 til 8,91 í viku 48. Higartil í ár er útflutt tilsamans 135.291 tons av sildafløkum, meðalprísurin er 7,45 Nkr/kg. Somu tíð seinasta ár høvdu norðmenn útflutt 119.567 tons, tá var meðalprísurin 6,74 Nkr/kg.
Norges Sildesalgslag hevur í ár goldið 2,65 Nkr/kg fyri NVG-sild og 3,63 Nkr/kg fyri norðsjóvarsild. Somu tíð seinasta ár var meðalprísurin 2,56 og 2,97, skrivar Fiskaren.