Norðmenn hava olju fyri 1000 milliardir meiri enn higartil mett

Nýggjar metingar hjá Statoil vísa, at tað er nógv meiri olja eftir á norska landgrunninum enn higartil hildið.

Fyri aðru ferð í tveir mánaðir er almenna norska oljufelagið komið við góðum tíðindum um oljumøguleikarnar á norska landgrunninum. Fyri tveimum mánaðum síðani kunngjørdi felagið, at tað hevði funnið eina sera stóra oljuleið á Ellida-leiðini, og í gjár boðaði felagið frá, at tað eru nógv meiri olja og gass undir norska havbotninum, enn serfrøðingar higartil hava mett.

-Vit halda, at tað eru 28,3 milliardir rúmmetrar av olju og gassi í goymslum, sum vit ikki hava funnið enn. Talan er serliga um øki á djúpum vatni í Noregshavinum, sigur leitistjórin hjá Statoil, Tor Fjæran, við Aftenposten. Her kann verða nevnt, at so seint sum í juni metti norska oljumálaráðið, at einir 22 milliardir rúmmetrar eru í økjum, sum ikki eru funnin enn. Við dagsins olju- og gassprísi svarar munurin til meiri enn 1.000 milliardir norskar krónur.

Tor Fjæran sigur, at Statoil gjørdi ta nýggju metingina, áðrenn felagið fann ta stóru goymsluna á Ellida-leiðini, og hann heldur, at tað fundið staðfestir metingina hjá felagnum.