Streymprísurin í Noregi hevur ongatíð verið so lágur síðani 2007. Og hann verður framvegis bíligur, vísa forsøgnirnar.
Nýggjastu tølini á norðurlendksa orku-børsinum Nord Pool Spot var í fyrsta ársfjórðingi 29 oyru fyri kilowatt-tíman, móti 52 oyru um somu tíð í fjør.
Hetta er sum vera man munandi minni enn hvat tann føroyski brúkarin skal gjalda fyri streymin.
- Orsøkin til tann lága prísin í Noregi er fyrst og fremst tann lýggi veturin við minni streymnýtslu enn vanligt. Umframt hetta var nógv avfall í fjør sum fylti goymslur okkara. Og ein triðja orsøk er afturgongdin í europeisku orkuframleiðsluni, sum hevur minkað um eftirspurningin eftir orku á meginlandinum, sigur forstjórin Oluf Ulseth í Energi Norge í einum tíðindaskrivi.
- Ein vanlig norsk familja fer soleiðis at spara 2000 krónur um árið (!). Og líkt er til, at orkuprísurin fer framvegis at vera lágur í Noregi.
Mynd: Orkuverkið Djupdal í Noregi hevur koyrt við fullari ferð í vetur. Men nógva avfallið hava gjørt sítt til at bæði áir og goymslur hava verið fullar av vatni, soleiðis at orkuprísurin er so lágur sum sjáldan áður