Vetrar-OL
Hóast Noreg hevur vunnið 5 gullheiðursmerki, og 12 OL-heiðursmerki á hesum leikunum, so eru norðmenn alt annað enn nøgdir. Norðmenn eru serliga vónbrotnir um Ole Einar Bjørndalen, sum bert hevur vunnið eitt silvurmerki higartil.
Kappingarár aftaná kappingarár hevur Ole Einar Bjørndalen vunnið eitt hav av kappingum, og tí er eitt silvurmerki aftaná fýra einstaklingakappingar als ikki nøktandi fyri ta kræsnu norsku tjóðina.
Skíðskjótingarserfrøðingurin hjá NRK, Stian Eckhoff verjir Bjørndalen:
- Ole hevur fingið eina ringa byrjan, og er tí blivin strongdur av at royna at fáa gongd á. Hetta er blivið ov hart fyri Ole, staðfestir Stian Eckhoff.
Tað var ein skelkur fyri mong heima í Noregi, tá ”skíðskjótingarkongurin” byrjaði OL í Vancouver við at raka við síðunnar av fýra ferðir, og bert endaði á einum 21. plássi í sprintkappingini.
Í kappingini ígjár rakti Ole Einar Bjørndalen sjey ferðir við síðunnar av, og endaði fjórðaftast, og tað er skelkandi, tá ein hugsar um, at Bjørndalen hevur vunnið 42 altjóða meistaraheiti.
Ole Einar Bjørndalen hevur onga góða frágreiðing um hví tað gongur av skriðuni.
- Eg havi gjørt alt tað, sum eg skuldi gera áðrenn OL, allar ætlanir eru fylgdar nágreiniliga. Eg má seta meg niður og hugsa um tað sum er hent her á vetrarleikunum. Hetta er ógvuliga súrt, og eitt stórt vónbrot fyri meg, sigur Ole Einar Bjørndalen við norska kringvarpið.