Ein kanning, sum Nordic Research Alliance hevur gjørt, vísir, at norðmenn geva tvífalt so nógvar jólagávur sum sviar. Kanningin vísir, at í miðal brúka sviar 2.807 krónur til jólagávur, danir brúka 3.248 og norðmenn 5.550 krónur.
Anne Gretteberg Meyer, dagligur leiðari av Respons Analyse, sum hevur ábyrgdina av norska partinum av kanningini, sigur, at norðmenn helst brúka meiri pening til gávur, tí talið av gávum hjá teimum er størri enn í hinum londunum, sum samanborið verður við.
57,4% av norðmonnum keypa gávur til 10 persónar ella fleiri. Í Svøríki er tilsvarandi talið 17%.
- Heili 19% av norðmonnum keypa gávur til fleiri enn 19 persónar. Í Danmark og Svøríki er talið bert 2%, sigur Anne Gretteberg Meyer.
8% av svium keypa ongar gávur, og 3% av dønum og 2% av norðmonnum keypa heldur ongar jólagávur.