Tær ringu royndirnar frá seinasta vetri hava fingið norsku stjórnina at skjóta upp at játta 12,5 milliónir krónur næsta ár og somu upphædd í 2014 til at byggja eina veðurradarastøð á Helgelandsstrondini. Sambært stjórnini fer ein veðurradarastøð har at geva betri og neyvari fráboðanir um veðrið, og av tí sama fer støðin at bøta munandi um trygdina og tilbúgvingina í økinum. Harafturat fær tann nýggja støðin stóran týdning fyri skipaferðsluna og flogferðsluna fram við strondini.
Tann nýggja veðurradarastøðin fer at kosta 25 milliónir krónur, og tað fer at taka tvey ár at byggja hana.
Ódnin Berit, sum herjaði í november í fjør, gjørdi skaða í Noregi fyri 270 milliónir krónur, og aftan á henni komu Cato og Dagmar, sum eisini gjørdu stóran skaða í Nortdlandi og Lofoten.
Norsk vísindafólk ávara um, at veturin, sum stendur fyri durum, kann eisini gerast ein av teimum dýru. Tey vænta, at tann stóra ísbræðingin kring Norðpólin fer at elva til meiri ella í hvussu er verri illveður.