Norðmenn flyta til býirnar

Tøl hjá norsku hagstovuni vísa, at norðmenn trívast best í býarsamfeløgum. Í hvussu er búgva 80 prosent av norska fólkinum nú í býunum.

Hagtølini vísa, at næstan triðingurin av norska fólkinum býr í ella nærhendis býunum Oslo, Bergen, Stavanger og Tróndheimi.Tað seinasta árið eru 17.000 fólk flutt til teir fýra býirnar, og tað svarar til næstan helmingin av vøkstrinum í norska fólkatalinum hetta árið. Tølini vísa, at tann 1. januar í ár búðu 1.320.000 fólk í Oslo, Bergen Stavanger og Tróndheimi, og hetta eru eisini teir einastu býirnir við meiri enn 100.000 íbúgvum.

Í Finnmørkini gongur tað tann øvugta vegin, vísa hagtølini, tí har minka býirnir. Samstundis sæst, at tað eru tær minstu bygdirnar, sum veksa mest. Í bygdum, sum hava millum 200 og 500 fólk, er fólkatalið vaksið 3,3 prosent tað seinasta árið, og hetta er galdandi fyri alt landið.