Alternativ vinna
Í Føroyum hava vit gjørt royndir at virka eftirspurdar vørur burtur úr igulkerum, og vit hava eisini gjørt royndir at veiða og virka krabba.
Ivaleyst kundu heilar bøkur verið skrivaðar um hesar royndir, men tað stutta av tí langa er, at veiðan og virkingin av igulkerum vardi stutt.
Undir samfelagskreppuni í Føroyum, sum var í hæddini fyri góðum 10 árum síðan, vóru mong alternativ til verandi vinnu frammi, og hugskotini vóru mong.
Tað er tungt at leggja lunnar undir nýggjar vinnur, og tá serliga í krepputíðum, tá ið fíggingarmøguleikarnir eru smáir, og móttloysið kann vera stórt.
Lættast er at veiða og virka tað, vit eru von við, og lukkutíð fyri okkum føroyingar kom toskurin, sum var burtur nøkur ár, aftur í stórum tali ? næstan áðrenn vit fingu vent okkum!
Okkara vinnulív stendur á fáum beinum, og tí verða royndir av og á gjørdar at fjøltátta vinnulívið - eisini innan sjóvinnun og veiði.
Við igulkerunum gekst ikki so væl og krabbavinnan, sum lunnar rættiliga vórðu lagdir undir í summar, er longu á einum vegamóti. Krabbi er at fáa undir Føroyum, men líkt er ikki til, at tað í løtuni loysir seg at virka hann uppi á landi. Hugsandi er, at úrslitið hevði verið heilt øðrvísi, um virkingin fór fram umborð á einum lutfalsliga bíligum verksmiðjuskipi.
Bæði fiskur, skelja-og krabbadýr eru skiftandi í fiti ? alt eftir árstíðini, og hetta er ikki minst galdandi fyri igulker og krabba.
Í Noregi eru teir á ávísum økjum komnir longur enn vit við alternativari veiði og loysn av ymiskum trupulleikum í hesum sambandi. Har hava teir gjørt royndir við at fita igulker og krabbar í tíðini, hesi skelja-og krabbadýr eru rak. So langt eru vit ikki komnir enn. Okkara igulkeravinna doyði í føðingini, og krabbavinnan er enn so nýggj, at torført er at spáa um útlit og framtíð.
Hóast tað er so nógv lættari at fáast við tað, vit vita ber til, er gott, at vit eiga fólk, sum vilja ganga nýggjar leiðir.