Norska uttanríkisráðið vil nú hava allar norskar ríkisborgarar í Sýrialandi at fara haðani sum skjótast. Sambært ráðnum er støðan vorðin sera ótrygg, nú myndugleikarnir hava sett hermenn við stríðsvognum ímóti mótmælisfólki.
Uttanríkisráðið í Oslo bað herfyri norðmenn í Sýrialandi vera á varðhaldi, men í gjárkvøldið mælti ráðið teimum tilæ at fara av landinum. Samstundis mæla myndugleikarnir norðmonnum frá at fara til Sýrialands.
Norska sendistovan í Damaskus veit um 40 norðmenn, sum eru í Sýrialandi.
Sýrialand er eitt av evnunum á fundi hjá uttanríkispolitisku nevndini hjá danska Fólkatinginum í morgun. Lene Espersen, uttanríkisráðharri, segði í gjár, at tíðin er búgvin til tiltøk ímóti Sýrialandi.