Norðmenn fáa sína Golden Gate

Stórtingið hevur samtykt at byggja brúgv tvørtur um Hardangerfjørðin.

Gongst eftir ætlan, fer tað at bera til at koyra tvørtur um Hardangerfjørðin í Noregi um fimm ár. Sum er mugu fólk ferðast við ferju, skulu tey yvirum.

Stórtingið samtykti í gjár einmælt at byggja brúgv um fjørðin. Hon verður 1.380 metrar long og er mett at kosta tvær milliardir norskar krónur, og verkætlanin skal fíggjast við bummpengum. Talan er um eina heingibrúgv, ið sambært viðgerðini í tinginum verður longri, hægri og vakrari enn tann kenda Golden Gate í San Fransisco.

Aftenposten skrivar, at roknað verður við nógvari ferðslu eftir brúnni, tí hon verður bindilið ímillum teir báðar vakrastu landspartarnar í Noregi, Hardanger og Hallingdal, ið eru sera væl umtókt frítíðarpláss.

Uppskot um at byggja brúgv um Hardangerfjørðin var eisini í Stórtinginum fyri tíggju árum síðani, men tá fall tað.