Norðmenninir Joshua French og Tjostolv Moland verða í dag dømdir til deyða í Demokratiska Lýðveldinum Kongo fyri dráp og onnur brotsverk. Joshua French og Tjostolv Moland eru ákærdir fyri at hava beint fyri einum bilførara, og harafturat eru teir ákærdir fyri drápsroynd, njósning og fyri at hava roynt at skipa ein brotsmannafelagsskap.
Rættarmálið ímóti teimum byrjaði um hálvan august í Kisangani, og í dag fellur dómurin. Longu í gjár segði verji teirra, at tað er eingin ivi um, at teir báðir fáa deyðadóm.
Teir báðir norðmenninir nokta seg sekar í ákærunum.