Um vit halda, at vit í Føroyum eru ófør at stuðla íslendingum í EM-endaspælinum í fótbólti, so er tað hálvgum smáting samanborið við hvussu hugtikin fólk í Noregi eru av góða íslendska EM-avrikinum.
Stóra norska blaðið "Dagbladet", sum saman við "Verdens Gang" er nógv tað størsta blaðið í Noregi flippar fullkomiliga út: - Gloym Party-svenskarar, og landið sunnanfyri okkum, sum eingi fjøll hevur. Tað eru íslendingar, hetta stolta, harðbalna og veðurbarda fólkið, sum stendur okkara hjarta nærmast. Landið, sum fekk heimsins fyrsta, demokratiskt valda forseta, Vígdis Finnbogadóttir, og sum gav kvinnum arvarætt longu í 1850. Landið, sum einaferð var norskt, og sum loysti frá Danmark í 1944. Landið, sum hevur Hekla, Eyjafjallajökull og Vatnajökull og Bláa Lónið. Landið, sum hevur fostrað Bjørk. Og Eiður Guðjohnsen. Og Baltasar Kormákur. Og Jóhanna Sigurðardóttir. Og Sigur Rós. Og Arnaldur Indriðason. Og Snorra Sturluson. Og, sum hevur kular bókstavir, sum "ð" og "Þ". Og, sum hevur "Svartadeyða", og sum hevur tríggjar "Miss World" vinnarar.
Og Dagbladet heldur fram við at reypa um Ísland: - Og landið, sum hevur Hannes Þór Halldórsson, Birkir Már Sævarsson, Ragnar Sigurðsson, Kári Árnason, Ari Skúlason, Gylfi Sigurðsson, Aron Gunnarsson, Jóhann Berg Guðmundsson, Birkir Bjarnason, Jón Daði Böðvarsson og Kolbeinn Sigþórsson. Landið hvørs fyrsti niðursetimaður var tann norski Ingólfur Arnarson, sum fór í Víking, tí hann var lýstur friðleysur at verða í Noregi, aftaná at hava framt tvey dráp. Hann grundaði býin Reykjavík í árinum 874.
Og so ger Dagbladet tað stóra flippið, og biður lesararnar skriva undir eina áheitan um, at Ísland og Noreg aftur sameinast í tí gamla ríkinum.
Beint undir herrópinum : "Ja! Jeg vil gjenforenes med mine brødre og søstre på sagaøya!" skulu lesarar hjá Dagbladet skriva undir uppá, at Ísland og Noreg skulu gerast eitt ríkið aftur.
Dagbladet skrivar tó ikki eitt komma um Grønland, Føroyar, Hetland og Orknoyggjar, sum eisini vóru partur av gamla norska ríkinum.