Norðmenn byggja ferjur at bjarga skipasmiðjunum

Norski arbeiðsmálaráðharrin, Lars Sponheim, hevur eina bjargingarætlan klára, til tess at bjarga norsku skipasmiðjunum, um teimum tørvar arbeiðsuppgávur í framtíðini.

Eirikur Lindenskov


? At skifta út ferjurnar verður av stjórnini mett sum ein møguleiki, segði Lars Sponheim í spurnartímanum í Stórtinginum í síðstu viku. Hann vildi kortini ikki útgreina hetta nærmari, tí tað kundi skaða fíggjarlógararbeiðið, segði hann.

Spurningurin til Sponheim varð settur, eftir at ein av partamonnum hansara hevði kravt, at stjórnin innførdi sáttmálastuðul til skipasmiðjurnar til bygging av fiskiskipum og ferjum.

Lars Sponheim gjørdi greitt, at EØS-avtalan við ES ikki loyvir slíkum stuðuli til bygging av fiskiførum. Tá er bert loyvdur stuðul, sum uppfyllir treytirnar í fiskivinnuætlanini hjá ES - og tað ger skipasmiðjustuðulin ikki.

Øðrvísi er við bygging av ferjum. Samstundis sum stórur partur av norska ferjuflotanum skríggjar eftir endurnýggjan, er møguligt at gjalda út byggistuðul á sama hátt sum fyri bygging av øðrum førum, sum fáa stuðul.

? Tað er orsøk at óttast, tá vit síggja, hvussu gongdin er í skiðasmíðnum. Eg ætli mær at fylgja væl við gongdini í framtíðini, gjørdi Lars Sponheim greitt.