Norðmenn brúka ov nógvar oljupengar

OECD heldur, at norðmenn brúka í meira lagi av oljupengunum fyri at sleppa undan neyðugum nýskipanum.

Sambært búskaparfrøðingunum hjá OECD hevur Noreg fingið serliga nógv burtur úr teirri veksandi altjóðageringini tey seinnu árini. Búskaparvøksturin hevur verið stórur, arbeiðsloysið er lítið og einki og inflasjónin somuleiðis.

Men vandi er í hvørjari vælferð. Búskaparfrøðingarnir hjá OECD skriva í einari nýggjari frágreiðing, at lønarhækkingin tykist vera veksandi, og at tað kann skumpa undir inflasjónina, um rentan er ov lág.

OECD ávarar samstundis um, at norsku politikararnir brúka ov nógv av teimum ovurnógvu oljupengunum, sum landið fær. Víst verður á, at tey seinastu fimm árini hava politikararnir brúkt meiri oljupengar enn tað, sum er ásett, og tað heldur felagsskapurin ikki vera ráðiligt, tá hugsað verður um, at búskapurin er sera sterkur.

Búskaparfrøðingarnir hjá OECD halda, at teir norsku politikararnir áttu heldur at framt ymsar nýskipanir. Eitt nú er pensjónsskipanin ótíðarhóskandi, og alt ov nógv fólk liva av almennum trygdarveitingum.

OECD fýlist eisini á, at samanborið við onnur lond brúkar Noreg ov lítið av pengum til gransking.