Norski fiskiskipið, Reinbøen (myndin), sum er úr Berlevåg í Finnmark, liggur framvegis í arrest í norðurrussiska býnum, Murmansk. Teir fimm menninir, sum eru við skipinum, hava fingið forboð ímóti at fara av skipinum.
Russiskir myndugleikar vilja vera við, at norski báturin fiska skeivu megin fiskimarkið, og alt bendir á, at skiparin verður noyddur at rinda eina bót, áðrenn hann við manning og skipið sleppur úr Murmansk.
Sjálvur vísir skiparin á, at hann hevur fingið skeivar upplýsingar frá norsku Kystvakta, og at tí hevur skipið í trimum førum verið innan fyri mark. Ikki er greitt, hvussu leingi, Reinbøen skal verða liggjandi í Murmansk.
Skiparin hevur sagt fyri norska blaðnum, Nordlys, at størsti trupulleikin júst nú er, at fiskurin, sum teir hava fingið, men ikki eru slopnir at landa, er farin at stinka illa.