Norska felagið Haugesund hevur sagt nei til eitt tilboð frá enska felagnum Manchester United upp á 16 ára gamla spælaran Håvard Nordveit. Hóast hann bert er 16 ára gamal, hevur hann longu spælt fleiri dystir á besta liðnum hjá Haugesund, og eftir eina royndarvenjing í United, kom enska felagið við einum tilboði til Haugesund.
Men spælarin, familjan og felagið hava í felag gjørt av, at Nordveit skal halda fram at spæla fyri Haugesund eina tíð afturat.









