Venjarin hjá mansliðnum hjá Neistanum, Scott Harrington, váttar fyri in.fo, at Neistin hevur styrkt seg við útlendingi. Talan er um 27 ára gamla bakspælaran, Christopher Moe, sum er ættaður úr Noregi.
Einasti útlendski leikarin í felagnum frammanundan Christopher Moe var bretski málverjin, Nicholas Satchwell. Nú fær enn ein tjóðskapur tó innivist á mansliðnum hjá Neistanum. Christopher Moe hevur áður spælt í donskum og norskum hondbólti.
- Hann hevur áður spælt í næstbestu donsku deildini við Odder og í Norra við Vålerenga. Christopher og eg hava gingið á Handball Academy saman í Aarhus fyri seks árum síðani, og síðani hava vit kenst. Christopher leitaði eftir einari nýggjari avbjóðing, og tíbetur segði hann ja, tá ið eg bjóðaði honum til Neistan, sigur enski venjarin hjá Neistanum, Scott Harrington, við in.fo.
Scott Harrington greiðir frá, at Christopher Moe fyrst og fremst er playmakari, men tó kann hann eisini spæla á vinstra bakki.
Við nýggja leikaranum staðfestir Scott Harrington, at Neistin hevur fullkomnan hóp til komandi kappingarárið. Ein kyndilsmaður er somuleiðis komin til felagið.
- Vit fara ikki at keypa nakran útlendskan spælara afturat. Hópurin hjá okkum er fullkomin, og harafturat hava vit eisini fingið Frank Askildsen, sum er høgri bakkur og spældi við Kyndli í farna kappingarári, á liðið, sigur Scott Harrington.
Stóra spurnartekinið viðvíkjandi mansliðnum hjá Neistanum undan komandi kappingarárinum er, um toppskjúttin á vinstra vongi, Rói Berg Hansen, heldur fram í felagnum. Hann er í hesum døgum og royndarvenur við danska meistarafelagið, Bjerringbro-Silkeborg.
- Møguliga fáa vit Róa Berg Hansen aftur á liðið, men eg vóni sjálvur, at hann fær sáttmála í Danmark. Men fær hann ikki tað, so spælir hann við Neistanum í komandi kappingarári, sigur Scott Harrington at enda.
Neistin má vóna, at Christopher Moe hilnast betur enn síðsti útlendski útispælarin, sum var í felagnum. Australski Tommy Fletcher fekk nevniliga sín sáttmála í Neistanum uppsagdan í farna kappingarári, tí at hann var snøgt sagt ikki nóg góður.