Vidar Riseth, sum leikar fyri heimlandsfelagið Rosenborg, stóð í boði at fáa ein tvey ára sáttmála við amerikanska felagið, LA Galaxy.
- Vit halda ikki tað er hóskandi at taka børnini úr skúlanum og barnagarðinum, sigur Riseth við norsku Tønder Avis, og missur hervið møguleikan at leika á liði saman við stjørnuni sjálvari, David Beckham.
Sáttmálin hjá Vidar Riseth við Rosenborg gongur út í summar. Hann sigur seg vera til reiðar at skifta felag, tó ikki uttanfyri norsku landoddarnar.










