Norðmaður heimsmeistari í egning

Ein norðmaður vann í dag heimsmeistarakappingina í egning. Besti føroyingurin gjørdist nummar trý. Heimsmeistarakapping í egning hevur verið í Kjøllefjord í Noruurnoregi í dag.

Norðlýsið skrivar, at Kjelle Ovesen úr Gravdal í Lofoten vann kappingina. Tíðin hjá honum var 5 minuttir og 38 sekund. Nummar tvey var ein annar norðmaður, Roald Jensen, við 5 minuttum og 56 sekundum, og nr. 3 gjørdust norðmaðurin Ulf Dalberg og føroyameistarin John Havn Rasmussen. Teir høvdu tíðina 6 minuttir og 4 sekund.

Munurin millum kappingina í Føroyum og Noregi var sambært Norðlýsinum, at her vóru egndir 50 húkar ímóti 100 húkum í føroysku kappingini, og harafturat vóru teymarnir úr klønum nylon.

Íslendingar vóru ikki við í kappingini hesaferð.