Norðmaður dømir í Gundadali

29 ára gamli Espen Eskås verður fyri fyrstu ferð nakrantíð dómari í europeisku liðkappingini, tá ið B36 í kvøld fær vitjan av Kalju

Klokkan 19.00 verður fyrsta bríksl í Gundadali, har setningurin hjá B36 verður at spæla seg víðari í annað innleiðandi umfarið í europeisku liðkappingini. Fyri einari viku síðani endaði dysturin í Estlandi við 2-1 heimasigri.

Patrik Johannesen javnaði fyri B36 fýra minuttir eftir steðgin. B36 helt tørn, inntil tað restaðu tólv minuttir. Tá skoraði Kalju sigursmálið.

 

At B36 skoraði á útivølli, og at tapið bara var við einum máli ber við sær, at B36 í kvøld fer at spæla seg víðari í annað innleiðandi umfarið, um tað eydnast at vinna 1-0 ella við tveimum málum.

 

29 ára gamli Espen Eskås úr Noregi verður dómari í Gundadali. Hann hevur verið dómari í Tippuliguni síðani 2015.

FIFA útnevndi fyrr í ár Espen Eskås til FIFA dómara. Dysturin millum B36 og Kalju er tann fyrsti, sum hann dømir í eurpeisku liðkappingini.