Uttan góða hjálp frá fólki, sum dáma væl at hjálpa til, ber ikki til at reka Norðlýsið sigur Birgir Enni, skipari, sum sunnudagin aftur leggur til brots móti eini av mest forkunnugu oyggjunum í landinum. Ongantíð hevur Norðlýsið havt so nógv at gera sum í 2009. Skipið varð sera nógv umbiðið, og manningin hevði úr at gera. Uttan góða hjálp frá fólki, sum dáma væl at hjálpa til, ber ikki til at reka Norðlýsið sigur Birgir Enni skipari. -Bókingarnar higartil í ár benda á, at vit aftur í ár fáa nógv at gera. Vit hava tó verið raktir av øskuskíggjunum, og fleiri túrar eru avlýstir í apríl og mai mánað leggur Birgir afturat.
Í ár eru 21 ár síðan Birgir og Norðlýsið fyrstu ferð sigldu við ferðafólki. Skráin fyri føstu túrarnar er eitt sindur broytt í ár í mun til í fjør. Norðlýsið siglir Sightseeing túrar undir Hestoynna og Nólsoynna (alt eftir veðrinum) týs- og hósmorgun frá kl. 9 til 12. Vælumtóktu konsertirnar í Klæmintsgjógv í Hesti og Hellinum eystanfyri á Nólsoynni, verða týsdagar frá kl.13 til 18. Tilsamans 7 konsertir eru á skránni í summar.
Av tí at føstu túrarnir verða færri, eru fleiri møguleikar at bíleggja Norðlýsið til tiltøk av ymiskum slag. Mest vanliga er, at Norðlýsið verður brúkt til starvsfólkaútferðir, skúlaútferðir, føðingardagar, hátíðardagar, polterabend, brúdleyp, familjuútferðir ella grannalagið, sum ger eina útferð í felag.
Á heysti í 2009 stovnaði Norðlýsið felagið CoastZone North Atlantic saman við CoastZone DK, Hotell Føroyum og Atlantic Airways. Felagið bjóðar seg til at skipa fyri serligum tiltøkum, har luttakarar fáa høvi at royna seg í føroysku náttúruni.
Tað eydnaðist at gjøgnumføra 3 túrar til Stóru Dímun í fjør.
-Hetta ætla vit sjálvandi at royna nakrar ferðir aftur í ár. Hesir túrar krevja, at veðrið er til vildar, so ikki ber til at lýsa við túrunum fyrr enn nakrar dagar frammanundan sigur Birgir Enni. Kunngjørt verður umvegis www.nordlysid.com, Facebook og tøkum portalum tá túrarnir verða.
Stóra Dimun
Hevur tú ikki verið á Stóru Dímun so er møguleiki at koma higar ? enntá við Norðlýsinum og bóndanum sum verti og ferðaleiðara.
Møguleikarnir at vitja heimsins minstu búsettu oyggj, Stóru Dímun eru avmarkaðir. Mong droyma um henda møguleiki men fara av hesi verð uttan at hava sett fótin á hesi forkunnugu føroysku oyggj. Nú ber tó til at gera dreym til veruleika. Norðlýsið ger útferð út í Stóru Dímun sunnudagin 30. mai. Talan er um heildagstúr, sum byrjar kl. 9 um morgunin og endar umleið kl. 20 á kvøldið. Veðurforsøgnin er sera góð, og streymur ikki nógvur, so útlit eru til eina góða og spennandi uppliving. Siglt verður úr Vágsbotni kl. 9 á morgni. Siglitúrurin tekur um 3 tímar hvønn vegin. Farið verður upp á oynna við bóndanum sum ferðaleiðara. Steðgað verður í 4 tímar á oynni har bóndahjúnini eru ferðaleiðarar og bjóða breyð við rullupylsu og skerpikjøti. .
Boðast kann frá hjá Birgir Enni á telefon 218 520 ella á telduposti info@nordlysid.com. siga fyrireikararnir í tíðindaskrivi.