Norðlýsið spílar seg út, nú summartíðin fer at nærkast. Hon hevur um dagarnar býtt um pláss við skonnartina, Torshavn, og er komin yvir í Vágsbotn at liggja.
Summartíðin er enn ikki rættiliga byrjað. Men um vikuskiftið verður Norðlýsið saman við hinum skipunum hjá fyritøkuni, vertur fyri 150 starvsfólk á danskari fyritøku, ið ynskja at koma inn undir húðina á Føroyum, sum ferðamannaland.
- Hetta er triðja árið á rað, at vit eru í hesum samstarvi. 15 instruktørar eru við í ferðalagnum, og fara tey um vikuskiftið út við okkara bátum, sigur Steinbjørn í Dali, formaður í felagnum fyri Norðlýsið.
Summartíðin hjá Norðlýsinum byrjar annars 1. mai. Frá tí degi fer Norðlýsið at liggja í Vágsbotni saman við Westward Ho, og møguligt verður hjá fólki at koma umborð at síggja skipið. Harafturat fer Norðlýsið at skipa fyri nýggjum túrum í summar. Einum spildurnýggjum túri fyri fyritøkur.
- Vit hava bygt ferðaskránna út í summar, so nógv fokus verður á Nólsoynna í summar. Umframt vanligu túrarnar, fara vit at hava ein túr fyri fyritøkur, sum vit sigla út á Boruna, har Tornið við heimsins enda er at finna, og at síggja gomlu bygningarnar har, sigur Steinbjørn í Dali.
Summarsiglingin hjá Norðlýsinum fevnir um útferðir til Nólsoyar, rundferðir, har siglt verður fram við fuglabjørgunum, grottokonsertferðir og fiskitúrar.