Túrin til Nólsoyar klokkan 16.20 í dag verður sigldur av Norðlýsinum. Ternan hevur verið á beding í dag, men fer væntandi í sigling aftur klokkan 18. Tað eru nakir dagar síðani, at ein rist í inntakinum til kølingina av øðrum høvuðsmotorinum datt undan, og tað merkir, at tari og annað verður sogið inn soleiðis, at reinsast má í heilum.
Strandferðslan gjørdi tí av at koyra Ternuna á beding og fáa sett nýggja rist í, og hetta var gjørt í dag.
Tí verður tað Norðlýsið, ið avgreiður siglingina út til Nólsoyar í dag, men eftir ætlan verður Ternan sett aftur í sigling túrin klokkan 18.