Lokalblaðið Norðlýsið fer í kvøld at royna seg við beinleiðis sjónvarpssending umvegis heimasíðuna hjá sær, og stjórin sær nýggja møguleikar fyri sær. - Nýggja heimasíðan hjá Norðlýsinum hevur nógvar tekniskar møguleikar, og í kvøld fara vit í samstarvi við heimasíðuna Kedes.fo hjá Rógva Joensen at senda beinleiðis sjónvarpsmyndir frá internet-møti, sum Rógvi Joensen skipar fyri, skrivar Norðlýsið á heimasíðuni.
Jastrid Gullaksen, stjóri á Norðlýsinum sigur, at hetta er ein partur av arbeiðnum at menna heimasíðuna.
- Vit skulu eisini venja okkum við hendan nýggja møguleikan - men tað er klárt at hesin teknikkurin ferð uttan iva at føra okkurt gott hugskotið við sær. Millum annað hava vit ætlanir um at senda frá tíðindafundum, býráðsfundum og líkandi, so skjót sum vit tekniskt eru klár til tað, sigur hon.
- Eisini er hugsandi at tænastan er brúkilig hjá stovnum og felagsskapum, sum ynskja at koma í samband við so nógv fólk sum gjørligt, sigur Jastrid Gullaksen.
Fyrsta sendingin á heimasíðuni hjá Norðlýsinum byrjar í kvøld kl. 21.00.