Týskvøldið fingu norðingar og partur av Eysturoynni eitt ókeypis eintak av Norðlýsinum í postkassan. Blaðið var tað fyrsta í eini ætlan hjá einasta lokalblaðnum í Føroyum at brynja seg til framtíðina og troyta nýggjar møguleikar á føroyska blaðmarknaðinum.
Hvat er lokalt?
Oliver Joensen, blaðstjóri á Norðlýsinum sigur, at teir í mong ár hava tosað um at geva blaðið út tvær ferðir um vikuna. Av ymsum orsøkum hava teir higartil ikki hildið tað verið ráðiligt við tveimum útgávum, men nú Norðoyatunnilin skjótt verður veruleiki, merkir tað eisini nýggjar møguleikar fyri eitt blað, sum Norðlýsið.
- Eg trúgvi, at við fasta sambandinum skulu við fyrireika okkum uppá, at eitt hugtak sum lokalsamfelag fær ein øðrvísi týdning, enn tað higartil hevur havt her norðuri. Frástøðan millum til dømis Klaksvíkina og norðara partin av Eysturoynni verður so lítil, at fólk nátúrliga fara at hava ein áhuga í tí, sum fer fram hinumegin tunnilin, sigur Oliver.
Í fyrsta umfari fer týsdagsútgávan av Norðlýsinum at vera ókeypis, har størst dentur verður lagdur á lýsingartilfar. Hetta hevur leiðslan á blaðnum mett vera neyðugt fyri at kunna klára seg í kappingini við hinar ókeypis blaðútgávurnar, sum longu eru á marknaðinum.
Eitt størri Norðlýsið
Longu nú arbeiða teir á Norðlýsinum við at gera tíðindi og frásagnir úr Eysturoynni, sum eisini verða partur av týsdagsútgávuni av blaðnum. Ì hesum sambandi er redaktiónin víðka við einum blaðfólki, men enn eru ongar ætlanir um at lata upp eina deild av Norðlýsinum í Eysturoynni.
Redaktónin hjá Norðlýsinum verður verandi í Klaksvík, tí ein koyritúrur uppá 10 minuttir fer ongan týdning at hava í so máta, heldur Oliver.
Størsta broytingin verður kanska, at eftir at Norðoyatunnilin er latin upp, verða báðar útgávurnar av Norðlýsinum savnaðar í einari stórari fríggjadagsútgávu.
Vil hetta so siga, at norðyingar missa sítt lokalblað?
- Nei, als ikki. Tær lokalu søgurnar úr Klaksvík koma at halda fram, meðan tær úr Eysturoynni so koma afturat. Sum sagt, so so verður tað ein spurningur, hvat ein lokal søga verður her norðuri í framtíðini. Eysturoyingar eru sum kunnugt longu byrjaðir at hyggja hendan vegin eftir vinnumøguleikum, og tann áhugin og áhugin fyri økjunum hjá hvørjum øðrum sum heild fer heilt vist at virka báðar vegir, sigur Oliver Joensen.









