Norðlýsið fer til Stóru Dímun sunnudagin

Norðlýsið og bóndahjúnini skipað fyri túrum út í Stóru Dímun, og túrur verður nú aftur sunnudagin. Fortreytirnar nú sunnudagin eru eftir øllum at døma til staðar ? tað viðrar við streymi samstundis sum veðurforsøgnin er góð.

Undirtøkan fyri túrunum út í Stóru Dímun plagar vanliga at verða stór. Teir báðir túrarnir, sum hava verið fyrr í ár, hava báðir verið útseldir. Møguleikarnir at koma út í Stóru Dímun sjóvegis eru sera avmarkaðir, og er hetta helst orsøkin til at fólk vilja royna henda túrin við Norðlýsinum.

Á túrinum er møguleiki at síggja stórslignu náttúruna, umframt djóra- og fuglalívið á leiðini og serliga runt Stóru Dímun. Hóast sagt verður frá lítið av lunda so er fitt av lomviga at síggja.

Útferðin út í Stóru Dímun sunnudagin er ein heildagstúrur, sum byrjar klokkan átta um morgunin og endar eitt hálvt samdøgur seinni, umleið klokkan 20.

Tey á Norðlýsinum siga at størsta avbjóðingin við túrunum út í Stóru Dímun er at støða ikki kann takast til túrin fyrr enn 2-3 dagar undan fráferð. Tá er sera knøpp tíð at kunngera túrin fyri teimum sum hava áhuga. Eitt hent amboð sum tey á Norðlýsinum brúka nógv er Facebook, har Norðlýsið hevur ein bólk, og tí ber til at kunna seg tann vegin.

Siglt verður úr Vágsbotni klokkan 8 sunnumorgunin. Siglitúrurin tekur um tríggjar tímar hvønn vegin. Farið verður upp á oynna við bóndanum sum ferðaleiðara. Steðgað verður í 3-4 tímar á oynni har bóndahjúnini vísa runt og bjóða ein drekkamunn og vaflur. Á veg norðuraftur borðreiðir Birgir við fiskasúpan.

Boðast kann frá luttøku við at ringja til Birgir á 218 520.