Norðlýsið verður nú aftur prentað á Prentmiðstøðini á Hálsi í Havn. Tað var 15. august í fjør, at Norðlýsið fyri fyrstu ferð í søgu blaðsins bleiv prentað í Danmark.
Nýggi stjórin á Prentmiðstøðini, Jon Hestoy, er fegin um at Norðlýsið er komið aftur til Føroya.
- Eg eri ein glaður maður, sigur hann.
- Sjálvandi skulu bløðini prentast í Føroyum. Eg segði beinanvegin, at tey skulu prentast í Føroyum og vildi gera tað, sum eg kundi, fyri at fáa Norðlýsið og Dimmalætting aftur til Føroya, sigur Jon Hestoy.
- Hetta var ein stórur dagur og vit eru allir glaðir á Prentmiðstøðini, sigur hann.
Jóhann Lützen, blaðstjóri á Norðlýsinum, sigur, at talan var um eitt gott tilboð.
- Fyri okkum er nýggja avtalan við Prentmiðstøðina somikið góð, at vit ikki kunnnu siga nei, sigur hann.
Fyri Prentmiðstøðina er tað kærkomið, at Norðlýsið nú aftur verður prentað í Havn. Í 2017 valdi Dimmalætting at prenta blaðið niðri og í august í fjør fylgdi Norðlýsið eftir. Í fjør heyst gavst Trúboðin eisini at koma út sum blað og um ársskiftið gavst Miðlahúsið at geva Vikublaðið út. Øll hesi bløðini blivu annars prentað á Prentmiðstøðini.