Norðlýsið dyrgir við unglingum

Í morgun legði Norðlýsið frá landi við sjey arbeiðsleysum ungfólki umborð, og longu í dag fara tey at fiska

Arbeiðsloysisskipanin hevur eit serligt tilboð til ungdómar um at sleppa at snodda til sjólívi, og avtalað varð gjørt virð Birgir Enni, skipara á Norðlýsinum um at gera nakrar túrar við ungum fólkum umborð.
Beint fyri klokkan níggju í morgun legði Norðlýsið frá bryggju í Havn, og umframt fýra fólk í fastari manning, fóru fýra ung fólk umborð. Tríggir dreingir og ein genta.
Tey skuldu havt verið ellivu, men sjúka og annað gjørdu, at øll ikki komu við. Tey koma umborð seinni í vikuni.
Hugagóð stevndu tey norðurftir.
Klokkan ellivu vóru tey komin norður um Mjóvanes og fóru longri norður.
Túrurin varir til fríggjakvøldið, og tey ungu fólkini skulu búgva umborð. Um kvøldið, tá ið myrknar, fara tey inn í onka havn at liggja.
Sum ættin er nú, var best at fara norðureftir, sigur Birgir Enni.
Hann hevur gott vaksið fólk aftrat sær, tí sonurin er navigatørurur, og umborð er bæði ein annar kokkur og bakari.
- Hetta er fyrsta royndin at sigla við ungum fólkum, og ætlanin er at royna alt møguligt, sigur Birgir Enni.
Norðlýsið hevur smábátar, sum manningin kann brúka til at dyrgja við, og fiskurin trýtur inn. Tey fara bæði at gera fiskarættir, ræsa og salta fisk. Tari er góður matur, so onkran dag fara tey at gera suppu úr tara.
Birgir Enni hevur eisini kavaraútgerð við sær, so skeljamat fara tey eisini at fáa.
- Nógvur góður matur fæst úr havinum, og vit ætla at læra tey bæði at veiða og hagreiða matin. Helst fáa tey eisini nógv heim við sær aftur, sigur Birgir Enni.
Hann væntar, at tey í kvøld fara at liggja á Syðradali.