Norðingur landar aftur í Fuglafirði

Eitt av nýggjastu skipunum í føroyska fiskaflotanum, Norðingur, ið p/f Næraberg eigur, er í hesum døgum á svartkjaftaveiðu.


Síðsta týsdag landaði Norðingur umleið 1.800 tons av svartkjafti til Havsbrún í Fuglafirði, og aftur í dag var skipið í Fuglafirði. Hesaferð høvdu teir umleið 2.000 tons av svartkjafti umborð, ið varð landað til Havsbrún.


Tað er ikki bara Norðingur, ið landar til virkið í Fuglafirði. Í gjár landaði Høgaberg, ið eisini er eitt av nýggjaru skipunum í flotanum, umleið 2.000 tons av svartkjafti til Havsbrún.