Norðingar fremja eldrapolitikk í verki

Um eini tvey ár kunnu eldri fólk í Norðoyggjum væntandi flyta inn í eldraíbúðir, sum Klaksvíkar býráð saman við øðrum hevur tikið stig til í Kráarbrekku í Klaksvík. Á tíðindafundi fríggjadagin kunnaði bygginevndin um ætlanina og vísti tekningar og modell. Ikki kann sigast annað enn, at ætlanin er stak áhugaverd og eisini tykist ætlanin at vera væl løgd til rættis.

Hugburðurin í Føroyum hevur verið, at tey flestu vilja búgva í sínum egnu húsum. Men seinastu árini hava alt fleiri eldri sýnt áhuga fyri at fáa eina íbúð at búgva í á ellisárum. Hetta er skilligt, tí tað krevur bæði orku og tíð at umsita eini hús.

Gongdin merkir, at føroyska samfelagið er kanska á einum vegamóti, tá tað snýr seg um framtíðar byggimynstrið í Føroyum. Summi ásanna, at tey vilja heldur búgva í eini íbúð, enn at stríðast meginpartin av tí virkna lívinum fyri at kunna gjalda eini hús aftur. Fólk vilja heldur brúka peningin at njóta lívið - at ferðast og gera sær dælt av øllum tí, sum stendur í boðið í dag.

Tá tað kemur til eldrapolitikk, eigur tað at vera ein nátúrligur partur, at tey eldru fáa møguleikan at flyta í eini minni íbúð. Í hvussu so er á øllum stórplássum. Talan kann so vera um leigu íbúðir ella eigaraíbúðir. Men tað týdningarmesta er, at kommunur, landsstýrið ella íbúðarfelagsskapir gera nakað ítøkiligt við hetta mál, sum hevur stóran áhuga millum eldri.

Til slík endamál hevur tað almenna - okkara egni felagssskapur - eitt gott amboð í Íbúðargrunninum. Tað skilst, at hann hevur verið uppi í ætlanini í Kráarbrekku, nú ætlanin gjørdist ítøkilig. Hann hevur latið ein part av eginpeninginum og skal vera við til at fíggja ætlanina. Íbúðargrunnurin skuldi verið eitt gott tól hjá tí almenna at beina pening til ein ítøkiligan part í eldrapolitikkinum. Hetta, tí tað er greitt, at ein fólkapensjónistur kann ikki gjalda so nógv í leigu, at tað er nóg mikið at gjalda rentur og avdráttir, um talan er um vanliga íbúðarfígging. Tá talan er um leiguíbúðir er neyðugt við einum eginpen ingi, sum er so mikið stórur, at restlánið ikki verður ov stórt. Eginpeningurin kann so koma frá kommunum ella Íbúðargrunninum, sum eigur at fáa størri játtan til slík endamál.

Ein táttur í tí at byggja íbúðir til eldri er, at so verða hús tøk til yngri. Hetta skuldi so merkt, at vit fingu eitt skifti og varðveitt býlingar við fleiri aldursbólkum. Øvugt er kanska ein vansi at byggja eldraíbúðir á einum stað, tí tá hvørvur nátúrliga samansetingin. Men hetta er ein spurningur, sum ikki skal kasta skugga á tiltakið hjá klaksvíkingum, sum vit øll heilsa vælkomnum. Vónandi kann henda ætlan eisini eggja øðrum til at gera tað sama ella okkurt líknandi.