Norðheim á land

Í gjárkvøldið fór skeljaskipið, Norðheim hjá Thor í Hósvík, á land í Hósvík.

Tað var á veg til fiskiskap, tá ið tað bar við land um 23 tíðina í gjárkvøldið nakað sunnanfyri bygdina í Hósvík.

Tá ið klokkan var næstan tvey, kom Brimil á staðið og klokkan 3.35 hevði Brimil hálað Norðheim av aftur helluni, sigur Fiskiveiðieftirlitið.

Ongin vandi var fyri manning ella skipið og tað er ikki farið at leka. Tessvegna sigldi tað sjálvt norður á Oyri, har kavarar hava kannað skaðan.

Myndina hevur Fiskiveiðieftirlitið tikið.