Norðhavssild enn í føroyskum øki

- Kanningarnar hava víst, at sildin kemur hendan vegin longu í apríl og verður verandi í føroyskum øki til langt út á heystið, sigur Jan Arge Jacobsen.

Í desember hevur Havstovan skipað fyri leiting eftir norðhavssild í føroyskum øki, og soleiðis var eisini í 2014 og 2015. Tað var Christian í Grótinum, sum gjørdi stuttan kanningartúr í døgunum 9.-12. desember í ár, og kanningarnar vórðu gjørdar norðan fyri Føroyar.

 

- Sild varð funnin í einum øki frá umleið 64°N eystan fyri 4°V og norður móti markinum. Góðir stimar vóru at síggja rundan um 65°N og 3-4°V.

 

Jan Arge Jacobsen, sum var toktleiðari á ferðini, veit at siga, at tvey hál vóru gjørd, og tað vísti seg, at meginparturin av sildini - ella 90 prosent - var norðhavssild, meðan restin var heystgýtandi sild.

 

Hann vísir á, at henda royndin millum annað er liður í at kanna, hvussu leingi norðhavssildin leitar sær føði í føroyskum sjógvi. Kanningarnar hava víst, at sildin kemur hendan vegin longu í apríl eftir gýtingina fram við norsku strondini, og verður verandi í føroyskum øki til langt út á heystið.

 

Jan Arge Jacobsen sigur, at sildin seinnu árini hevur verið at funnið út móti markinum í desember mánaði, og sambært kanningunum sær út til, at eingin norðhavssild er í okkara øki í januar og februar.