Tann 18 ár gamli maðurin, sum situr varðhaldsfongslaður í sambandi við kníválopið í Norðdepli sunnumorgunin í farnu viku, er nú somikið klárur, at politiið metir tað vera ráðiligt at fara undir avhoyringarnar. Við Kringvarpið sigur leiðarin á Kriminaldeildini hjá politinum, at avhoyringarnar av tí 18 ára gamla byrja í dag.
Dagarnar eftir hendingina segði ungi maðurin seg einki minnast til tað, sum var farið fram. Illgruni er um, at hann var ávirkaður, og tað kann vera orsøkin til ógvusligu hendingina norði í Sundum í farnu viku.
Tó at tann 18 ára gamli maðurin var á politistøðini í Klaksvík fríggjakvøldið í farnu viku í sambandi við eitt harðskapsmál, so er talan um ein persón, sum ongantíð áðrenn tað hevur havt nakað at gera við politiið.








