Verksmiðjuskipið Norðborg kom á Fuglafjørð seinnapartin í dag. Teir hava verið úti í góð sjey samdøgur og hava fiskað 1500 tons av svartkjafti.
Norðborg bunkrar tungolju í Fuglafirði, og veiðan verður løgd upp í Klaksvík. Sum skilst, verður byrjað at landa veiðina í nátt.
Hetta er triði svartkjaftatúrurin í ár, og eftir ætlan fer Norðborg nýggjan svartkjaftatúr longu í annað kvøld.
Orð & Myndir: Dávur Winther









