Norðborg á veg til Fuglafjarðar

Norðborg hevur ligið í Norðhavnini og landað 380 tons av makreli.

Teir fiskaðu í tríggjar dagar, so kom illveður á teir. Tí høvdu einki fiskarí í tríggjar dagar. Eftir tað var makrelurin burtur, og teir fóru inn við lasini, hóast teir høvdu eftir til ein túr afturat.

Nú leggja teir um til sildaveiðu og fara avstað kl 17.00 nú seinnapartin.

Á myndini er Norðborg á veg til Fuglafjarðar eftir tungolju.

Jón Rasmussen verður skipari henda túrin.

Orð og myndir: Dávur Winther