Norðborg vann á Vesturvón

Í dag hevur árliga innandurakappingin ímillum skipsmanningar í fótbólti verið. Hetta er 12. ferðin, at manningarnar hittast til dyst, millum jólanna. Prátið gongur lystiliga fyri seg undan kappingini og hegnisliga verðu valt út, fyri at vinna sum mest.

Fyrireikarnir eru Effo, Føroya Bjór og Skipalistanum takksamir fyri stuðul og vinningar, sum verða latnir vinnandi liðunum.

Kappingin var tøtt og hørð og sjómonnum so líkt vildi eingin tapa.

Teir byrjaðu í dag á miðdegi og beint fyri kl. 18.00 spældu teir um finaluna Norborg 1 og Vesturón 2. Norðborg dróg longra stráðið og nr. 3 bleiv Norðborg 2.

Fleiri enn 20 lið høvdu teknað seg til kappingina - og Norðborg hevði skrivað upp heili fimm lið

Nógvar manningar vóru eisini og hugdu at og høvdu týðulig herrróp hvørjum, teir hildu við.

Fyrireikarnir hava boðið til ein betri bita í Húsmóðrafelagshúsinum, nú eftir kappingina. Ein góður dagur, sum tær ymisku manningarnar hava sæð fram til. Onkur tók til, eg má fara at venja meir umborð, tí møguleikarnir eru góðir!

Myndina tók Dávur Winther.