Norðborg tríggjar vikur í dokk á Skála

Seinastu tríggjar vikurnar hev­ur verksmiðjuskipið Norð­borg verið í dokk á Skála og Jón Rasmussen, skip­ari, sigur, at talan er um 5-ára eftirlit, samstundis sum botn­ur­in er vorðin málaður.

Vilmund Jacobsen


– Vit hava gjørt fimm túr­ar tilsamans í ár, og eg haldi, at tað hevur gingið hamp­iligt­. Vit vóru fyrst tríggjar túr­ar á svartkjafti, síðan ein lodn­u­túr, og so vóru vit aftur ein svart­kjaft­atúr.
Skiparin vísir á, at prís­urin fyri frystan svartkjaft til matna ikki er serliga góð­ur í løtuni, og tá pakn­ing­ur,­ landingar-og flutn­ings­út­reiðsl­ur eru drignar frá, hava teir havt umleið 2,30-2,50 krón­ur eftir fyri hvørt kilo.
– Marknaðarlondini til svart­kjaft­in eru serliga Rus­land og Kina, men fiskur er eis­ini seldur til onnur lond, sig­ur hann.
Jón Rasmussen væntar, at Norð­borg verður liðug í dokk­ini á Skála fríggjadagin, men teir ætla ikki at fara á svart­kjaft­a­veiði aftur, fyrr enn fisk­ur­in kemur aftur í før­oysk­an sjógv.
– Svartkjafturin plagar at koma aftur í føroyskan sjógvi nú í apríl og plagar at vera her tað mesta av mai mán­aði eisini.
Skiparin sigur, at enn er trupult at siga, nær Norð­borg fer á makrelveiði í summ­ar, tí nú sleppa føroysk skip aftur at fiska ein part av mak­rel­kvot­uni í norskum sjógvi.
– Nú sáttmáli aftur er land­anna millum, gevur hetta okkum møguleikar at taka makr­el­in seinni, um tað vís­ir seg, at tað loysir seg at bíða nakað, sigur Jón Ras­mussen, skipari á verks­miðj­u­skip­i­num Norðborg.