Sambært heimasíðuni hjá Christiani í Grótinum fór nýggja Norðborg av bakkastokki í Chili klokkan 23 lokala tíð í gjárkvøldið. Tað er klokkan 03 okkara tíð Skipað varð fyri stórslignum hátíðarhaldi, tá ið nýggja Norðborg varð sjósett og navngivin í Chili seint í gjárkvøldið.
Tað veit heimasíðan hjá Christiani í Grótinum at siga.
At skipið nú er sjósett, merkir kortini ikki, at tað er liðugt og klárt til levering. Sambært sáttmálanum verður nýbygningurin latin eigarunum til heystar.
Navnið á nýggja skipinum er Norðborg, sum kemur at loysa gomlu Norðborg av. Gamla Norðborg er bygd í 1990 og verður ætlandi seld.
Nýggja skipið er 83,50 metrar langt og 18,40 metrar breitt. Tað fer at lasta 1400 tons av frystari vøru á plattum, tangarnir taka 1250 rúmmetrar av rávøru, og skipið lastar 400 tons av mjøli.
- Vit fara at skera og frysta flak, og vit fara at heilfrysta til matna. Haraftrat fara vit at framleiða møl og lýsi, sigur Bogi Rasmussen, sum hevur góðar vónir um rakstrarliga partin av hesi stóru verkætlan.
Eini 36 fólk úr Føroyum eru í Chili í sambandi við hátíðarhaldið.










