Norðborg nógv seinkað

Nýggja Norðborg verður neyvan latin eigarunum fyrr enn um einar tveir mánaðir Upprunaliga skuldi nýggja Norðborg hjá klaksvíkingum koma til Føroya um ársskiftið, men arbeiðið er seinkað, og skipið verður tí neyvan latið eigarunum fyrr enn um hálvan mars, skrivar Sosalurin.

Jón Rasmussen hjá reiðarínum sigur við blaðið, at nakað av sandbásing og málaraarbeiði er eftir at gera, og gongst sum ætlað fer Norðborg tekniskan royndartúr í aðru viku.

-Skipasmiðjan í Kili sigur, at skipið verður liðugt tann 24. februar, men eg vænti, at tað verður um hálvan mars, sigur Jón Rasmussen við Sosialin.