Norðborg, sum hevur ligið í Norðhavnini í ein mánað, fór nýggjan tú klokkan 10 í morgun.
Leiðin gekk fyrst til Fuglafjarðar at leggja reiðskap upp og taka annan inn, so einaferð seinnapartin verður farið.
Tað sigst, at russar hava fingið svartkjaft í føroyskum sjógvi. Gøtubátarnir eru farnir at leita, men einki hoyrist um, at teir hava fingið nakað enn.
Skipari henda túrin er Bogi Rasmussen
Orð & Myndir: Dávur Winther