Norðborg landar í Norðhavnini

Norðborg hevur landað 1350 tons av sildafløkum í Norðhavnini í Klaksvík. Í dag fer nótaskipið nýggjan túr. Áðrenn teir komu í Norðhavnina at landa, legði Norðborg 300 tons av mjøli og 150 tons av lýsi upp í Fuglafirði.

Eisini tóku teir tungolju í Fuglafirði, áðrenn farið varð til Klaksvíkar, har restin av veiðini varð løgd upp. Størsti partur av veiðini fer til Pólands.

Sildin er fyri størsta part fiskað í norskum sjógvi.

Norðborg nýggjan túr á miðdegi í dag.